Sofus Gaasedal

Vit sigla frá Kalvø til Vallensbæk

8
4
5
3
1
2
6
7
Punkt 1 - 25 juni 2016 (10:40-19:00)
Kalvø til Rantzausminde
Vit koyrdu oman til Kalvø har seglbáturin lá.
Innan vit sigldu segði eg við seljarin at mær ikki dámdi at fara avstað við einum ótryggjaðum báti. Hann segði at um óheldi skuldi henda, so høvdu vit lænt bátin, tí teirra trygging var ikki uppsøgd til fyrr enn mánadagin. Teir hava verði sera álítandi so tað tók eg fyri góða vøru.
Vit løgdu frá Kalvø uml. kl. 10.40. Tá eg so skuldi royna sjálvstíraran, vísti tað seg at hann var fastur.
Hampuligt av vindi var og stórar aldur.
Tá vit høvdu siglt í 30 minuttir, fór tað at oysa niður. Ferðin var uml 7 míl við fokkinum uppi og motor.
Vit komu til Rentzausminde uml. kl. 19:00 og avgjørdu at steðga har fyri at eta okkurt, og so at sigla meira, tí tað var jú ljóst til uml. kl. 23:00.
Meðan vit vóru har, fór toran at ganga og tað oysti  niður, so vit avgjørdu at tørna inn og sigla aftur kl. 03:30 næsta morgum.

Punkt 2 - 26 juni 2016 (03:30-09:30)
Rantzausminde til Langeland
Vit sigldu kl. 03:30 og tað gekk fínt, vit brúktu fokkin og ferðin var uml. 6 míl.
Tað er sera vakurt í Svendborg.
Tá vit so komu út við vestursíðina av Langeland, kryssaðu vit upp eftir, tí vit høvdu mótvind.


Punkt 3.A - 26 juni 2016​ (09:30-15:00)
Grounded (Langeland)
Kl. uml. 09:30 rendi skiparin bátin sum stingur 1,5 metrar á ein flúr 1,6 míl NV fyri Lohals.
Vatnstandurin var bert er 0,6 metrar, og vit royndu alt møguligt til uml. kl. 15:00 tá vit róptu á Lyngby Radio, men uttan held, tí VHF'urin var óvirkin yvir avstand, men riggaði nær við, so har var okkurt galið við antennuni.. Vit ringdu vit so til Lyngby radio. Stuttari eftir ringdi SOK og segði at Mobil hjemmeværnet kom við Ægir at hjálpa okkum.
Ægir ringdi og segði at teir høvdu fyngið eina aðra uppgávu, men at teir sendu MOB bátin út til okkum.
Tað gekk leingi til MOB báturin kom, og vit máttu rópa á teir og biða teir ænsa eftir skerum 10-15  gradir bagborð.
Manningin er frívillig, so har var ikki tann stóra expertisan. Fyrst skuldu vit skriva undir uppá at tey ikki hungu uppá nakran skaða, og síðani var bundi í pullartin framman, sum tey slitu úr.
Síðani bundu vit niðarligani í mastrini meðan eg og Mikkjal hongdu okkum út so langt vit kundu, og tað gekk væl og vit høvdu veri leysin, um teir tímdu at sleiða okkum uml. 200 føtur, men skiparin ringdi og bað tey koma aftur til Ægir beinanvegin, og vit skuldu við.
​MOB førarin royndi at greiða frá, at vit vóru í ferð við at fáa bátin leysan, men tað hjálpti einki.
Eg boðaði teimum frá at eg var eftir, tí báturin skuldi bjargast, men skiparin segði at tað var óneyðugt, tí tryggingin fór at bjarga bátinum, so endin var at eg fór við.
Umborð á Ægir vóru vit behandlaðir sera væl og fingu kaffi og nátturða o. s.v.
Vit komu í tankar um at i hurlivasanum høvdu vit gloymt okkara pungar, so teir sendu MOB bátin avstaðaftur eftir teimum.
Vit blivu spurdir um vit skuldu til Nyborg, Korsør ella Vordingborg, og vældu Nysted, tí vit skuldu til Fredericia, tí har stóðu okkara bilar.
Uml. kl. 19:00 løgdu vit at í Nyborg og tóku tokið til Fredericia, har Steintór kom eftir okkum.
Eg ringdi til ein av fyrrverandi eigarinum, og boðaði honum frá forlisinum, og at vit høvdu brúk fyri avtaluni sum vit høvdu gjørt frammanundan.
Hann segði at hann ikki kundi lúgva fyri tryggingini, men eg segði so við hann at hann skuldi ikki lúgva, men lata vera við at fortelja teimum nakað sum teir allíkavæl ikki vistu, og so spurdi eg hann um tað var í lagið at lúgva fyri mær.
Hann ringdi so aftur, og segði at teir hildu at tryggingin dekkaði í 14 dagar eftir keyp.
Í tokinum ringdi tryggingarmaðurin og spurdi hvar teir skuldu leggja bátin og um hann var heilur enn. Eg segði at teir kundu leggja hann hvar teir vildu, bara teir søgdu frá, og at hann var heilur enn.
Allíkavæl hevur seljarin ringt og boða frá at báturin var seldur, og tískil var eingin trygging!

Punkt 3.B - 27 juni 2016
Bjarging 1
Steintór ringdi til havnafútan í Lohals, og spurdi um tað var nakar har í kundu hjálpa okkum við at fáa seglbátin av flúranum, og kann skuldi so ringja til onkran har.
Hann ringdi aftur, og bað okkum prøva at ringja til ein har, men hann vildi ikki hjálpa um báturin var ótryggjaður.
Seinni koyrdu eg, Steintór og Bjørn til Lohals fyri at finna onkran sum vildi hjálpa.
Har ringdi eg til havnafútan, sum kom á skrivstovuna beinanvegin.
Hann fann Kim, sum er staðkendur og var fegin um at hjalpa.
Vit avtalaðu at fara kl. 18:00 tí tá skuldi vera flóð.
Vit sigldu kl. 18:00 út til seglbátin, men av tí at tað var 15 sm, var tað ikki flóð, sum væntað, so vit uppgóðu og avtalaðu at royna aftur næsta morgum kl. 06:00, og Kim skuldi finna eina minni bát og langa línu, so at eg skuldi koma umborð og hefta línuna og sigla hana út til kuttarin.
Eg, Steintór og Bjørn koyrdi aftur til Fredericia.

Punkt 3.C - 28 juni 2016
Bjarging 2

Eg, Steintór og Bjørn koyrdu til Lohals, har vit møttu Kim + einum lokalum sum hevði ein minni bát + línu.
Vit sigldu út, men Helmsman 26 var vekk.
Vit leitaðu, men funnu hvørki seglbát ella akker.
Nú stúrdu vit fyri at báturin hevði ligi og gnadda uppí einum steini, fyngið eitt líti hol og var so loysnaður í flóðini og var so sokkin á djúpari vatni.
Vit sigldu inn, og fingu morgunmat frá Kim og konuni, og aftaná fóru eg og Bjørn oman á fjørðina at leita eftir fendarum, tí var báturin sokkin, so ruku fendarnir sum vóru leysir beint inn móti landið, men vit funnu einkið.
​Vit koyrdu aftur til Fredericia, men koyrdu allastaðnar oman til fjørðuna fyri at leita.

Punkt 4 - 28 juni 2016
Báturin funnin.
Eg fór frá Frediricia uml. kl. 15:00 og hevði uppgivið bátin, men bestemmaði meg allíkavæl fyri at koyra niður til Svendborg ávegis heim, fyri at leita á eystursíðini av Fyn.
Tá eg var komin nær til Svendborg, ringdi SOK, og fortældi at báturin var funnin norðanfyri Omø vestanfyri Agersø, og at Lyngby Radio rópti á allar bátar fyri at sleipa hann inn, tí hann var bert ein tíma frá at reka á land.
Eg ringdi til Steintór, og bað hann um at ringja til havnirnar nærhendis, fyri at fáa onkran at hjálpa.
20 min. seinni ringdi SOK aftur og segði at ein Týskur seglbátur sleipaði bátin, og tað sá út sum at teir vóru ávegis til Agersø havn.
Eg var skjótur oman á Stignæs, har eg tók ferjuna út á Agersø.
Tá eg kom út á Agersø, var týskarin akkurát liðugur vð at leggja at kejuni.
Eg møtti Havnafútanum Jacob, sum var ein sera fyrikomandi maður, og hann segði at hasin týskarin var har á hvørjum ári, og at tey vóru sera fitt, og táð má eg geva honum rætt í, tí tað eg boðaði týska kaptaininum frá at báturin var ótryggjaður, segði hann at so vildi hann onga samsíning hava, tí hann skilti meg væl og var glaður um at hjálpa, tí hann hevði sjálvur verði glaður um slíka hjálp.
Hann hevði brúkt gott 3 tímar um bátin og vildi einki hava.
Eg fekk tó keypt teimum døgverða við reyðfiskaflak og so øl.
Havnafútin segði at hann nokk skuldi passa uppá bátin til eg heintaði hann.
​Síðani koyrdi eg heim.

Punkt 5 - 2 juli 2016
Botnkekk.

Havnafútin ringdi og spurdi um hann skuldi senda kavara niður fyri at kanna kølin og botnin, men eg spurdi um tað ikki kostaði ein bøndagarð, men hann segði at grannin var frítíðarkavari og vildi filma botnin fyri 500 kr. :)
Eg fót út á Agersø, og hugdi eftir filminum sum ikki vísti nakran skaða, men bert nakað av kølinum har málingin var slípa av.
​Eg yvirnáttaði í bátinum, og koyrdi heim næsta dag, tí veðrið var ikki gott.

Punkt 5 - 9 juli 2016
Agersø til Vordingborg
Eg, Una og Esben sigldu bátin frá Agersø til Vordingborg.
Eg var nakað yvir forsigtigur, tí eg vildi ikki royna hatta aftur.
Veðri við brúnna við Vordingborg var ófantaligt og vit funnu eitt gestapláss í Vordingborg, har vit yvirnáttaðu.

Punkt 6 - 10 juli 2016
Vordingborg til Klintholm Havn

Tíligani næsta morgum sigldu vit frá Vordingborg og hildu leiðina suður um Bogø til Klintholm Havn.

​​​Punkt 7 - 16 juli 2016
Klintholm Havn

Eg, Brestir, Una og Esben koyrdu niður til Klintholm Havn fyri at sigla seglbátin heim, men vindurin lá beint móti landi og tað skúmaði illa, so vit koyrdu til Møns Klint fyri at síggja hvussu veðri var á eystursíðini.
Har var gott veður, men veðri á suðursíðini var ikki so gott, so vit avgjørdu at eg og Brestir svóvu í bátinum og skuldu so royna næsta dag, meðan Una og Esben koyrdu heim við mínum bili.

Punkt 7 - 17 juli 2016
Klintholm Havn - Vallensbæk Havn

Næsta morgun var veðrið nakað betri, so eg og Brestir loystu og sigldu móti Rødvig Havn.
Ferðin var uml. 5-6 míl við fokkinum uppi og motor.
Tá vit komu móti Rødvig, avgjørdu vit at sigla beina kós til Vallensbæk Havn, tí tað gekk so mykið gott.
Tá vit komu til Køge bugt, var veðrið heldur ófantaligt við alduni frá aftan, men tað gekk gott.


1
2.
3.
4.
5.
6.
7.
8..
Kalvø - Rantzausminde
Rantzausminde - Langeland
Grounded
Drifting
Found and dragged by sailboat (DE)
Agersø - Vordingborg
Vordingborg - Klintholm Havn
Klintholm Havn - Vallensbæk Havn
Sailing
Sailingt
Grounded
Founded
Saved
Sailing
Sailing
Sailing
25.06
26.06
26.06 -
28.06
28.06
02.07
03.07
16.07


28.06





10:40-19:00
03:30-16:00
10:30
              -16:00
20:00
Sofus & Mikkjal
Sofus & Mikkjal



Sofus, Una & Esben
Sofus, Una & Esben
Sofus & Brestir